Arbeiðsloysið í desember mánaða var 5,3 prosent

Arbeiðsloysið var 5,3 prosent í desember, og er hetta er ein vøkstur uppá 3 prosent stig síðan januar. Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,3 prosent. 812 mannfólk og 580 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í desember.

Størsta arbeiðsloysið í desember var í Suðuroy. Tað minsta, 4,3 prosent, var í Vágum og Eysturoy. Í Norðoyggjum, Sandoy og Suðuroy liggur tað omanfyri miðal fyri landið.

class=image-580px-breidd

Verður hugt at arbeiðsloysinum býtt á aldursbólkar, sæst at tað er størst í aldursbólkinum 25-34 ár, 6,4 prosent. 

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum