Lágt avreiðingarvirði í 2009

Avreiðingartølini fyri 2009 vísa, at árið í fjør gjørdist nakað lakari enn 2008. Samlaða avreiðingarnøgdin varð nakað tann sama, meðan avreiðingarvirðið minkaði um 130 milliónir ella 14%.

Eisini tá samanborið verður við seinastu 10 árini sæst, at avreiðingarvirðið í 2009 er tað lægsta hesi árini. Hetta tíðarskeið varð 2002 tað besta árið, tácavreiðingarvirðið nærkaðist 1,4 milliardum. Tað er nærum 600 milliónir hægri avreiðingarvirði, enn avreitt varð fyri í fjør.

class=image-580px-breidd

Nøgd og virði 2009 í mun til 2008

Samlaða nøgdin av botnfiski varð áleið tann sama í 2009 í mun til 2008. Av teimum týdningarmestu botnfiskasløgunum var væl minni avreitt av hýsu og nakað minni av toski, meðan fleiri tons av upsa komu uppá land. Samantalda virðið á botnfiskinum minkaði 18% - serliga avreiðingarvirðið á toskinum og hýsuni fall í 2009. Avreiðingarvirðið á upsanum varð yvir tvífalt tað toskurin varð avreiddur fyri í 2009.

Avreidda nøgdin og virðið á flatfiski varð eitt vet minni í fjør í mun til 2008.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum