Brúkaraprístalið fór 1,1 prosent niður í 2009

Frá 2008 til 2009 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,1 prosent. Hetta er heilt øðrvísi prísgongd enn frá 2007 til 2008, tá tað hækkaði 6,3 prosent. Umskiftið stavar serliga frá munandi minni prísvøkstri á brennievnum og matvørum í 2009.

class=image-580px-breidd

Brúkaraprístalið er lækkað alt árið 2009, frá 116,1 fyrsta ársfjórðing, til 115,0 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 115,4 í 2009 samanborið 116,7 í 2008.

Størstu ávirkanina á príslækkingina hava brennievnisprísirnir. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 28,6 prosent niður í 2009. Mótsett í 2008 tá brennioljuprísurin hækkaði 30,5 prosent. Í bólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 17,9 prosent, samanborið við ein prísvøkstur upp á 15,2 prosent í 2008.

Príslækking hevur eisini verið í bólkunum frítíð og mentan (-1,8%) og samskifti (-0,2%).

Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum ymiskar vørur og tænastur (6,8%), rúsdrekka og tubbak (5,6%) og hotel og matveitarar (4,7%).

Prísirnir á matvørum hækkaðu 0,8 prosent í 2009. Hetta er munandi minni enn í 2008, tá matvøruprísirnir hækkaðu 6,8 prosent. Tað eru serliga prísirnir á sukurvørum, sum eru uppfarnir í 2009, meðan kjøt- og grønmetisprísirnir eru farnir niður.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum