Kommunuraksturin vaks munandi í 2008

Í 2008 brúktu kommunurnar 1,7 mia. kr. til rakstur og íløgur og fingu smáar 1,4 mia. í skattainntøkum. Tað vóru serliga íløgurnar sum hildu áfram at vaksa og vóru tær yvir 700 mió. kr. í 2008. Seinastu fýra árini hava kommunurnar gjørt íløgur fyri meira enn 2 mia. kr.

Inntøkurnar standa í stað

Skattainntøkan í 2008 var bert 7 mió. kr. størri enn í 2007 og av tí at kommunurnar hava havt hall í tvey ár er nettoskuldin vaksin úr 225 mió. kr. til 521 mió. kr.

class=image-580px-breidd

Meira enn helvtin av rakstrinum fer til skúla- og almannamál

Kommunuraksturin í 2008 var 995 mió. kr. Hetta eru góðar 100 mió. kr meira enn í 2007.

Av rakstrinum fara 600 mió. kr., ella góð 60%, til skúla- og almannamál. Har eru tað serliga barnaansingin og raksturin av fólkaskúlunum sum fylla mest.

Teknisk mál eru ein lítil fjórðingur av útreiðslunum, meðan fyrisiting o.l. er smá 17%.

class=image-580px-breidd

Skúlabyggingin hevur tikið dik á seg

Bæði í 2007 og í 2008 brúktu kommunurnar yvir 200 mió. kr. um árið til skúlabygging. Men framvegis fer helvtin av íløgunum til teknisk mál, so sum vegir, havnir og útstykkingar.

class=image-580px-breidd

Gongdin er ymisk frá kommunu til kommunu

Sjálvt um kommunurnar í miðal brúktu 35.155 kr. fyri hvønn borgara í 2008 til rakstur og íløgur, so er tað ójavnt frá kommunu til kommunu hvussu stór nýtslan er. Í Tórshavnar Kommunu var miðalnýtslan fyri hvønn borgara góðar 36.000 kr. og í Klaksvík var hon um 35.000 kr. Størst var nýtslan í Funnings Kommunu við nærum 65.000 kr. fyri hvønn. Á Viðareiði, í Skúvoy og í Húsavík brúkti tey minni enn 20.000 kr. í miðal fyri hvønn borgara.

Kommunuskuldin í 2008 fyri hvønn borgara var í miðal 10.731 kr. Men sveiggið er stórt. Í onkrari kommunu er fíggjarogn fyri yvir 80.000 kr. fyri hvønn borgara, og aðrastaðni skylda tey í miðal góðar 40.000 kr. fyri hvønn borgara.

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum