Fyrstu ferð í 15 ár at afturgongd er í lønargjaldingunum

Í 2009 vóru útgoldnar 6,7 mia. kr. í lønum og er hetta góðar 300 mió. kr. minni enn í 2008. Minkingin er 4,4%.

Frá 1994 til 2008 hevur verði meira útgoldið í lønum hvørt ár. Bestu árini var vøksturin yvir 12%, meðan onnur ár hevur vøksturin verði niðanfyri 1%. Í 2009 var fyri fyrstu ferð í 15 ár minni útgoldið.

class=image-580px-breidd

Alivinnan stóra framgongd

Sjálvt um tað hevur verið minking í nærum øllum vinnugreinum, so hevur alivinnan gingið ímóti streyminum. Í 2009 vóru útgoldnar 172 mió. kr. og er hetta 12,4% meira enn í 2008.

Í fiskiskapi var afturgongdin yvir 20%. Vinnugreinarnar byggivinna og skipamiðjur o.a. høvdu eina minking í lønargjaldingunum upp á umleið 18%.

Í privatu tænastuvinnunum var 5% minni útgoldið, meðan tað í almennari fyrisiting og tænastum annars var útgoldið 4,3% meira.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum