Løntakararnir gerast alsamt færri

Í januar vóru 24.048 løntakarar og er hetta 1.015 færi enn í januar í fjør. Afturgongdin er 4%.

Tað eru færri løntakarar í øllum vinnubólkum, størsta afturgongdin er í byggivinnu og aðrari tilvirking. Í januar 2009 arbeiddu 3.655 í hesum bólkinum, men eitt ár seinni vóru tey 3.231. Tað eru 424 færri, sum svarar til eina minking upp á smá 12%.

Í privatu tænastuvinnunum vóru tað 5,8% færri løntakarar í januar 2010 í mun til januar í fjør. Í fiskivinnuni og almennari fyrisiting o.l. var bert smávegis afturgongd.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum