Løntakararnir gerast alsamt færri

Í oktober vóru 24.363 løntakarar og er hetta 1.278 færri enn í oktober 2008. Afturgongdin er 5%.

Talið av løntakarum hevur verið støðugt í 2009. Frá februar til august vóru umleið 3,5% færri løntakarar í mun til sama mánaða árið fyri, men í september og oktober tók minkingin dik á seg og nú eru 5% færri løntakarar.

Tað er serliga í privatu tænastuvinnunum at løntakarnir gerast færri í talið. Seinasta árið hevur tað verið ein jøvn minking í løntakaratalinum og í oktober vóru 7% færri í privatu tænastuvinnunum.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum.