Útflutningurin januar til november

Uppgerðin av útflutninginum fyrstu 11 mánaðirnar av 2009 vísur, at vit útfluttu fisk fyri áleið sama krónutal sum í fjør. Sum vit hava hoyrt fleiri fer seinastu tíðina, er tað serliga alivinnan sum hevur økt um útflutningsvirðið.

Samlað útfluttu vit fyri 3,7 mia., smáar 400 mió. minni enn í 2008. Hetta skyldast at vit seldu skip av landinum fyri 600 mió. í 2008 móti 200 mió. í fjør.

class=image-580px-breidd

 Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum