Tað almenna er uppgjørt fram til 2008

Hagstovan hevur nú gjørt almenna geiran upp fram til 2008. Í samband við hetta, er alt tíðarskeiðið 1998 til 2008 eftirhugt og dagført.

Almenni geirin er partur av tjóðarroknskapinum og er uppgjørdur eftir vegleiðing frá hagtalsdeildini hjá Sameindu Tjóða. Hetta merkir m.a. at til ber at samanlíkna føroysku hagtølini við útlendsk.

Tað almenna er heimastýris-, kommunu-, ríkisfyrisiting og sosialir grunnar. Harumframt eru nøkur feløg o.l. eisini tikin við, sum verða mett at hoyra til ta almenna, t.d. undirsjóvartunlarnir.

Tilfarið sum verður almannakunngjørt er rúgvismikið. Tað eru 4 talvur sum eru dagførdar:

  • Almennar inntøkur og útreiðslur í mió. kr. skift á slag og geirar
  • Almennar útreiðslur skiftar á virkisøki
  • Skattainntøkur skiftar á tjóðarroknskaparbólkar
  • Skattainntøkur skiftar á skattaslag

 

Gongdin í almenna rakstrinum

Talvan niðnnfyri vísir høvuðstølini úr almenna rakstrinum fyri tíðarskeiðið 1998 til 2008.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum