Tøl frá arbeiðsmarknaðarkanningini 2009 eru nú tøk

Arbeiðsmarknaðarkanningin 2009 varð gjørd í november mánaða, nærri sagt í viku 47. Spurd vóru 1.017 fólk. Kanningin vísur m.a. at 76 prosent av av fólkinum millum 15 og 74 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, tvs. arbeiða í størri ella minni mun. Av hesum arbeiddu 34 prosent minni enn 35 tímar um vikuna meðan 64 prosent arbeiddu fulla tíð ella meir. Minsta arbeiðsluttøkan var millum 60–74 ára gomlu harav 58 prosent vórðu í arbeiði. Størsta arbeiðsluttøkan var smb. kanningini millu tey 40–49 ára gomlu harav 91 prosent vórðu í arbeiði.

Arbeiðsmarknaðarkanningin 2009 er tann fimta í røðini. Hin fyrsta var gjørd í november 2005.

Tær fyrstu fýra kanningarnar vóru á ein hátt, gjørdar á sama hátt sum veljarakanningar. Tað vil siga at ringt var til eitt ávist tal av tilvildarliga valdum telefonnumrum har so biðið var um at tosa við tað fólki í húsinum, í aldrinum 15 til 74 ár ið seinast hevði havt føðingardag. Veikleikin við hesum spurnarháttið var at hann rakti so skeivt í aldursbólkum. Tað víst seg at lutfalsliga nógvar samrøður vóru gjørdar við fólk í eldru aldursbólkunum og at konufólk somuleiðis vóru yvirboðað. Mett var, at hetta skeiva aldursbýti og kynsbýti gjørdi, at úrslitini av kanningini ikki vóru nógv álítandi.

Hagstovan avgjørdi tí síðsta ár, at broyta kanningina soleiðis at ringt verður til tilvildarliga vald navngivin fólk í aldrinum 15 til 74 ár.

Vald vóru tólvhundrað tilvildarliga fólk í aldrinum 15–74 ár. Fólkini eru útvald millum tey 34.675 fólkini í hesum aldursbólki ið smb. Landsfólkayvirlitinum búðu í Føroyum 5. november 2009.

Úrvalið er gjørt við einum True Random generatorið, ið valdi tólvhundrað ymisk tøl burtur úr talrekkjuni 1 til 34.675. Tilvildarligari verður tað ikki. Av hesum 1.200 fólkunum fekk Gallup, ið gerð spurnarkanningina, fatur á 1.017.

Kannigin rakti lutfallsliga væl fólk í øllum aldri og eftir kynið í málbólkinum. Mett verður at kanningin við hesum er meira eftirfarandi enn undanfarnu kanningarnar.

Kanningin er gjørd eftir altjóða leistinum um tilknýti íbúgva til arbeiðsmarknaðin frá Altjóða Arbeiðarafelagskapinum (ILO). Kanningin verður gjørd í nógvum londum, m.a. í norðurlondum og ES-londunum. Kanningin gevur okkum besta grundarlagið fyri samanberingin við arbeiðsmarknaðin í øðrum londum. Í Danmark er hendan kanning gjørd síðan 1984.

Kanningin verður gjørd við heimild í løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu_Føroya. Tøl frá arbeiðsfjøldarkanningunum kunnu síggjast í hagtalsgrunninum