Størsta arbeiðsloysið síðan 1998

Talið av fulltíðararbeiðsleysum í januar var 1.487, so stórt hevur tað ikki verið síðan á vári í 1998. Í 1998 minkaði arbeiðsloysið, nú er tað vaksandi.Arbeiðsloysið var 5,6 prosent í januar, tað er ein vøkstur uppá 3,3 prosentstig seinastu 12 mánaðirnar.

class=image-580px-breidd

Sørsta arbeiðsloysið í januar, 8,7 prosent, var í Suðuroya sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 4,7 prosent, var í Vága sýslu. Arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Sandoyar og Suðuroyar sýslu liggur omanfyri miðal fyri landið, ið var 5,6 prosent.

class=image-580px-breidd

Verður hugt at arbeiðsloysisprosentinum millum aldursbólkar, er tað størst millum fólk ið eru yngri enn 35 ár og millum teirra ið eru eldri enn 54 ár.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum