Meira av toski

Fyrstu avreiðingartølini fyri 2010 eru nú tøk í hagtalsgrunninum.

Tey fyrstu tølini vísa, at nakað meira av toski er komin upp á land fyrsta mánað í ár samanborið við í fjør. Avreiðingarnøgdin av toski, var eisini vaksandi teir seinastu mánaðarnar av 2009 samanborið við árið fyri. Nøgdin av hýsu kvinkar eisini nakað upp, meðan nakað minni av upsa er landaður. Samantalt er nøgdin av botnfiski minkað 6%, meðan avreiðingarvirðið er vaksið 14%.

class=image-580px-breidd