Innflutningurin nógv minkaður í 2009

Í 2009 varð munandi minni innflutt enn undanfarnu árini. Tað er tekin um at bæði vinnulív og húsarhaldini hava verði meira varin í teirra keypi seinasta árið.

Samlað influttu vit fyri 4,2 mia. í fjør og er tað góðar 800 mió. minni enn í 2008.Verða skipini ikki tald við er minkingin 1,2 mia. ella 25%.

So stór minking hevur ikki verði í innflutninginum síðan kreppuna fyrst í nítiárunum. Ein partur av minkingini skyldast tó at prísurin á brennievni var methøgur í 2008, so hóast nøgdin av brennievni var áleið tann sama bæði árini so var virði 400 mió. kr. minni í 2009.

Meðan vinnulívi sum heild innflytur minni tilfar til framleiðsluna og eisini keypir færri amboð og maskinur, er hugurin at gera íløgur í skip stórur. Tað eru innflutt skip fyri hálva mia. í fjør.

Tað sum verður innflutt til beinleiðis nýtslu hjá húsarhaldinum er minka 10% og er tað sera sjálsamt at hesin innflutningur minkar.

class=image-580px-breidd

Hyggja vit at innflutninginum seinastu góðu 20 árini, síggja vit at tað hava verði stór sveiggj í. Serliga innflutningurin av tilfari og amboðum til vinnulívið er óstøðugur, meðan tað sum verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu ikki sveiggjar so nógv.

Síðan miðskeiðis í nítiárinum hevur verði javnur vøkstur í innflutninginum til húsarhaldini, heilt fram til uml. 2005. Síðan koma tvey ár har vøksturin er serliga stórur, til vit í 2008 fyri fyrstu ferð í 15 ár kunnu staðfesta at minni verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.Henda minkingin er so hildin áfram í 2009.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum