Lítil minking í lønunum - annað árið á rað

Seinastu tvey árini hevur verið afturgongd í lønargjaldingunum fyrsta mánaðin í árinum. Í fjør minkaði tænastuvinnan nógv, men í høvuðsheitum er tað  byggivinnan sum er orsøkin til afturgongdina.

Í januar vóru útgoldnar 496 mió. kr. í lønum sum er 7 mió. kr. minni enn í fjør. Tað er í ídnaðinum at afturgongdin er. Í fiskivinnuni er minkingin góð 4% og í byggivinnuni er yvir 13% minni útgoldið.

class=image-580px-breidd

Framvegis meira útgoldið til kvinnurnar

Verða lønargjaldingarnar í januar býttar eftir kyni, sæst at mannfólkini triðja árið á rað hava fingið minni útgoldið í januar. Hinvegin hava kvinnurnar framgongd øll árini. Síðan 2007 hava mannfólkini fingið 8,5% minni útgoldið í lønum, meðan kvinnurnar hinvegin hava fingið 8,5% meira.

Orsøkin til at gongdin er soleiðis, er at mannfólkini eru í meiriluta í ídnaðinum, meðan kvinnurnar í størri mun starvast í tænastuvinnunum.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum