Meira enn 1.200 løntakarar færri í 2009

Í november 2009 vóru 24.344 løntakarar og er hetta 1.215 færri enn í november 2008. Minkingin svarar til 4,8%.

Í november verður mett at flestu løntakarar eru í vanligum varandi størvum og órógv frá frítíð og líknandi er sum minst. Tí verða november tølini nýtt til at siga frá støðuni í árinum.

Afturgongd í øllum høvuðsvinnugreinum

Í meira enn eitt ár hevur verði støðug afturgongd av løntakarum, samanborið við sama mánað árið fyri. Afturgongdin hevur verið størst í fiski- og byggivinnuni. Innan almenna fyrisiting og tænastu annars hevur gongdin tó verið øvugt, men nú eru eisini færri løntakarar innan hesa vinnugrein. Afturgongdin er tó lítil, einans 0,5%.

Størsta afturgongdin er í byggivinnuni, har tað nú eru 488 færri løntakarar, minkingin svarar til 12,7% í mun til 2008.

class=image-580px-breidd

Minkingin størst í Sandoyar- og Norðoya sýslu

Í 2009 vóru færri løntakarar í øllum sýslum. Størst var minkingin í Sandoyar- og Norðoya sýslu har tað í november vóru yvir 9% færri løntakarar. Í Suðuroyar- og Eysturoyar sýslu var minkingin nakað minni, eini 6%. Minsta minking var í Vága- og Streymoyar sýslu har minkingin var smá 3%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum.