Tað almenna í turrum tølum og texti

Hagstovan leggur nú fram eina fullfíggjaða uppgerð av almenna fíggjarskapinum frá 1998 til 2008, sum út í æsir lýsir leiklutin hjá tí almenna í búskapinum.

Hagtølini eru gjørd á sama hátt sum hagtøl um tað almenna verða gjørd í øðrum londum, og tí ber til at samanbera við grannalondini og eisini øll heimsins lond.

Hagtølini eru eisini gjørd soleiðis, at tað ber til at samanbera gongdina ár um ár, tí eindirnar eru tær somu øll árini.

Í hesum tilfari ber til at finna svar upp á nógvar av teimum spurningum, sum fólk hava um tað almenna: Hvussu stórt er tað almenna? Hvussu nógvan skatt gjalda vit? Hvussu nógvar pengar brúkar tað almenna upp á heilsuverk, skúla ella fyrisiting?

Turru tølini eru øll at finna í hagtalsgrunninum, har tú kanst leita tær fram tað, tú sóknast eftir. Men fyri at stuðla upp undir upplýsingina, eru her nakrar greinir at lesa um áhugaverdar spurningar, sum eru frammi í almenna kjakinum.

Út kemur eisini ein meira fakligur bóklingur um almenna fíggjarskapin, sum verður lagdur í PDF sniði á heimasíðu okkara.

Tað er so ymiskt hvussu vit uppfata “tað almenna”. Vit eru helst øll samd um at Almannastovan, TAKS og Fiskimálaráðið hoyra til tað almenna, men um kommunan eisini hoyrir til tað almenna, eru vit helst ikki øll á einum máli um.

Men í hagtølunum noyðast vit at hava ein heilt greiða definisjón av tí almenna, so vit vita hvar markið millum tann privata partin av búskapinum og tann almenna partin skal vera.

Í hagtølunum er tað almenna:

  • Landsfyrisitingin í aðalráðunum
  • Landsins stovnar (TAKS, sjúkrahús, Hagstovan, Strandferðslan, heimahjálpin, Almannastovan o.s.fr.)
  • Kommunufyrisitingin
  • Kommunustovnarnir (barnagarðar, skúlar, havnir o.s.fr)
  • Sosialir grunnar (ALS, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) o.s.fr.)
  • Ríkið (danskir ríkisstovnar sum Løgregla, Ríkisumboð o.s.fr.)

Í hagtølunum um tað almenna eru ikki:

  • Handlar og veitarar hjá tí almenna (Rúsan, Apotekini, SEV og IRF)
  • Partafeløgini, sum tað almenna eigur ella eigur stóran part av (t.d. Atlantsflog og Føroya Tele). Tunnlarnir eru kortini taldir upp í tað almenna.

Tá Hagstovan kunnger “útreiðslur og inntøkur hjá tí almenna”, so umfata tølini alt tað almenna, sum omanfyri stendur.

Av tí at hagstovurnar í øllum heimsins londum brúka somu skilgreiningar, ber eisini til at samanbera millum lond. Tað ber illa til at samanbera hagtøl um kommunur millum lond, tí tað eru ikki øll lond sum hava “kommunur”, og sjálvt kommunurnar í norðurlondum hava so ymsar uppgávur og byrðar, at samanbering ikki heilt ber til.Men tað almenna sum heild ber betur til at samanbera, tí skilgreiningin er tann sama í øllum londum.

Í flestu samanberingunum við Ísland og Danmark, sum vit gera í hesum umfari, samanbera vit miðaltøl fyri tey seinastu fimm árini. Hetta gera vit tí at einstøk ár kunnu víkja frá, og tí at seinasta fimm ára skeiðið lýsir støðuna væl.

Tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum

Her eru leinkjur til greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • ErtaðalmennastørriíFøroyumenníDanmarkogÍslandi?

  • ErskattatrýstiðíFøroyumlægrienníDanmarkog_Íslandi?

  • Hvatbrúkavitalmennupengarnar_til?

  • Eralmennahalliðstórtí_Føroyum?

  • Hvørbetalirskattirnar?

Tað ber eisini til at fara inn á síðuna Talt&Hagreitt sum lýsir tað almenna í tølum og orðum