Er tað almenna størri í Føroyum enn í Danmark og Íslandi?

Hetta skal helst mátast á tvinnanda hátt, alt eftir hvat ið vit spyrja um.

Fyrri spurningurin er hvussu nógv av landsins tilfeingi fer til at framleiða almennu tænasturnar. Tá máta vit almennu nýtsluna í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ).

Hin spurningurin er hvussu nógvar av inntøkum landsins tað almenna ræður yvir til bæði at framleiða almennar tænastur fyri, at gera íløgur fyri, at veita vinnustudningar við og at javna inntøkur millum borgararnar. Tá máta vit allar almennar útreiðslur í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna (tBTI).

Almenna nýtslan

Til fyrra spurningin – um tað kostar meira at framleiða almennu tænasturnar í Føroyum, enn tað ger í Danmark og Íslandi - er svarið púra greitt:  ja. Tað kostar meira at framleiða almennu tænasturnar í Føroyum enn bæði í Danmark og í Íslandi.

Almennu tænasturnar kostaðu 29 prosent av BTÚ í miðal fyri árini 2004 til 2008. Í Danmark kostaðu tær 24 prosent av BTÚ og í Íslandi 23 prosent.

class=image-580px-breidd

Sum myndin vísir, so var minni munur á hvat tær almennu tænasturnar kostaðu í Føroyum og Danmark frá 1998 og fram til 2002. Tað var serliga tey trý árini 2003-2005, at almenna nýtslan í Føroyum vax so mikið sum partur av BTÚ, so at gloppið kom í mun til tey donsku tølini.

Hetta kom partvíst av at almenna nýtslan vax meira enn í Danmark, men tað kemur eisini av tí, at BTÚ í Føroyum minkaði ella stóð í stað hesi árini, meðan BTÚ í Danmark vax alsamt.

Eitt stendur í hvussu so er fast: síðani 2003 hevur tað kostað munandi meira at framleiða almennu tænsturnar í Føroyum enn í Danmark og í Íslandi.

Almennu útreiðslurnar

Men tað almenna ger annað og meira enn bara at veita almennar tænastur. Tað almenna ger eisini stórar íløgur í vegakervið, tunnlar, sjúkrahús og annað. Tað almenna veitir studningar til vinnurakstur. Og haraftrat letur tað almenna veitingar til borgarar sum pensjónir, dagpengar, arbeiðsloysisstuðul, lestrarstudningar og annað.

Miðaltøl fyri seinastu fimm árini vísa, at almennu útreiðslurnar taldu 51 prosent av búskapinum (tøku bruttotjóðarinntøkuni) í Danmark, 52 prosent í Føroyum og 44 prosent í Íslandi.

class=image-580px-breidd

Í hesum føri er talan um fimm ára miðaltøl frá 2004 til 2008 í Føroyum og Danmark, meðan miðalið er roknað árini 2003 til 2007 fyri Ísland, av tí orsøk at íslendsk tøl fyri 2008 ikki eru nóg eftirfarandi.

Tað stutta svarið er tí, at almennu útreiðslurnar í Føroyum er vorðnar eitt vet størri partur av samlaða búskapinum enn tær eru í Danmark.

Hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, sæst á myndini omanfyri.

Av tí at almennu útreiðslurnar verða goldnar av øllum inntøkunum hjá tí almenna fæst besta myndin av at samanbera útreiðslurnar við tøku bruttotjóðarinntøkuna, sum er BTÚ pluss ríkisveitingina og aðrar inntøkur uttaneftir.Sum myndin vísir, so vóru almennu útreiðslurnar munandi minni í Føroyum enn í Danmark fram til 2005, tá tær fyri fyrstu ferð gjørdust eins stórar og í Danmark.

Er tað almenna í Føroyum størri enn í Danmark og Íslandi?

Burtur úr hesum báðum greiningunum ber til at seta svarið saman soleiðis:samantaldu almennu útreiðslurnar í Føroyum eru um leið eins stórar og tær í Danmark, men almenna nýtslan (tað sum tað kostar okkum at framleiða sjálvar tær almennu tænasturnar) er munandi størri í Føroyum, enn hon er bæði í Danmark og Íslandi.Undan altjóða fíggjarkreppuni vóru almennu útreiðslurnar væl minni í Íslandi enn tær vóru í bæði Føroyum og Danmark, mátað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Almenna nýtslan í mun til BTÚ var í Íslandi minni enn í Danmark, og nógv minni enn í Føroyum.

Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum

Her eru leinkjur til aðrar greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • Tað almenna í turrum tølum og texti

  • ErskattatrýstiðíFøroyumlægrienníDanmarkog_Íslandi?

  • Hvatbrúkavitalmennupengarnar_til?

  • Eralmennahalliðstórtí_Føroyum?

  • Hvørbetalirskattirnar?