Útflutningurin minkar

– útflutningsvirðið av fiskavørum kvinkar uppeftir

Fyribilsuppgerðin av útflutninginum fyri 2009 er nú klár. Hon vísur at virðið av útflutta fiskinum er 6 mió. størri enn í fjør, hóast nøgdirnar eru minkaðar nógv.Hetta kemst av at tað er minni útflutt av bíligum fiskasløgum, serliga svartkjaftið, meðan nógv meir er útflutt av dýrum fiskasløgum, serliga alifiski. Í 2009 útfluttu vit alifisk fyri 1,4 mia. kr, tað mesta nakrantíð.

Samlaða útflutningsvirði minkar 8% í 2009, orsakað av at skipaútflutningurin er nógv minkaður í 2009.

class=image-580px-breidd

Hvør keypir

Vit útflyta mest til Bretland, meðan Danmark er næststørsti keypari av okkara útflutningsvørum. Soleiðis hevur eisini verðiflestu av seinastu mongu árunum. Okkurt ári hevur raðfylgjan tó verði øvugt.

Í 2008 var Noreg á øðrum plássið, tað komst av at skip vóru seld fyri 350 mió. til Noregs.

Størsta broytingin í 2009 er helst, at 8% av útflutninginum fór til USA. Flestu undanfarnu árini er ikki meir enn 1-3% fari til USA. Tað eru trupuleikarnir í alivinnuni í Chile sum gera munin, tí tað hevur givið føroysku alarunum møguleika at selja munandi meir til USA. 98% av útflutninginum til USA er alifiskur.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum