» 18. mars 2010
Talið av fulltíðararbeiðsleysum í februar var 1.554, 926 mannfólk og 628 konufólk. Arbeiðsloysið í februar var 5,9 prosent og árstíðarjavnaða arbeiðsloysið var 5,5 prosent.
Størsta arbeiðsloysið í februar, 8,8 prosent, var í Suðuroyar sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 5,3 prosent, var í Vága sýslu. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum uttan í Norðoya og Sandoyar sýslum har arbeiðsloysið minkaði við ávikavist 6 og 7 fulltíðararbeiðsleysum.
Verður hugt at arbeiðsloysisprosentinum millum aldursbólkar, er tað størst millum fólk ið eru yngri enn 35 ár og millum teirra ið eru eldri enn 54 ár.
Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum