Bruttotjóðarúrtøkan 2008

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) í marknaðarprísum, er uppgjørd at vera 12,3 milliardir krónur í 2008, tað eru umleið 170 milliónir minni enn metingin, sum varð kunngjørd í juni í fjør. Nakrar rættingar eru framdar av uppgerðunum undanfarin ár, uttan at hesar broyta høvuðsmyndina stórvegis.

BTÚ var í 2008 áleið tann sama sum í 2007 í ársins prísum. Virðisøkingin í vinnugreinunum samanlagt er tann sama, 10,5 milliardir krónur, meðan meirvirðisgjaldi og aðrir vøruskattir eru 100 milliónir minni.

class=image-580px-breidd

Bruttotjóðarúrtøkan skift á vinnugreinar

Hóast virðisøkingin í ársins prísum er óbroytt frá 2007 til 2008, so er vinnusamansetingin av virðisøkingini broytt nakað. Parturin hjá tilfeingisvinnum er minkaður, meðan parturin hjá byggivinnuni og privatum og almennum tænastuvinnum er vaksin.

Tað hevur verið gongdin seinastu mongu árini, at íkastið til virðisøkingina frá privatum og almennum tænastuvinnum er vaksið, meðan íkastið frá tilfeingisvinnum er minkað. Íkastið frá ídnaði, orku og byggivinnu samanlagt hevur verið meira støðugt. Vaksandi íkastið frá byggivinnuni er partvís tálmað av minkingini frá ídnaðinum.

Einstøk ár, tá fiskaprísirnir eru hækkaðir munandi og fiskiskapurin hevur verið serliga góður, tykjast vera undantøk frá hesari gongd.

class=image-580px-breidd

Myndin omanfyri vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt í 1998, 2003, 2007 og 2008. Síðan 1998 er íkastið frá tilfeingisvinnum minkað úr sløkum 22 prosentum niður í 12 prosent í 2008. Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er mestsum óbroyttur, millum 19 og 20 prosent. Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu er vaksið úr 20 prosentum upp ímóti 25 prosentum, og frá privatum tænastuvinnum úr sløkum 39 prosentum upp í góð 43 prosent. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.

class=image-580px-breidd

Bruttotjóðarúrtøkan skift á útreiðslur

Uppgerðin av bruttotjóðarúrtøkuni frá útreiðslusíðuni er samanfatað í talvuni niðanfyri. Í 2008 var húsarhaldsnýtslan slakar 7 milliardir, tað eru 56,7 prosent av BTÚ. Almenna nýtslan var 3,9 milliardir, sum eru 31,5 prosent av BTÚ. Bruttoíløgurnar vóru góðar 2,5 milliardir, tað eru 20,6 prosent av BTÚ. Og undirskotið á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin var 1,1 milliardir, -8,9 prosent av BTÚ.

class=image-580px-breidd

2008 var fyrsta árið síðan kreppuna í nítiárunum, at húsarhaldsnýtslan í ársins prísum var minni enn árið fyri. Húsarhaldsnýtslan var tó framvegis sløk 57 prosent av BTÚ eins og í 2007. Almenna nýtslan var 370 milliónir størri í 2008 samanborið við 2007. Sum partur av BTÚ vaks almenna nýtslan úr 28,3 prosentum uppí 31,5 prosent.

Partarnir av BTÚ, sum enda sum húsarhaldsnýtsla og almenn nýtsla, broytast vanliga ikki nógv ár um ár. Tað hevur tó verið eitt greitt skifti í støðinum seinnu árini. Árini 1998-2002 var húsarhaldsnýtslan millum 51 og 53 prosent av BTÚ, meðan parturin árini 2003 til 2008 var millum 55 og 58 prosent.

Og almenna nýtslan var millum 25 og 27 prosent árini 1998-2002, meðan parturin árini 2003-2008 var millum sløk 28 og góð 31 prosent.

Íløgurnar vóru munandi minni í 2008 enn í 2007. Íløguparturin av BTÚ kann skifta meira enn nýtslan ár um ár. Í 2004 vóru íløgurnar einans 17 prosent av BTÚ, meðan parturin í 2000, 2003 og 2007 var ávikavist um 29, 30 og 31 prosent av BTÚ. Hini árini hevur íløguparturin ligið milllum 21 og 25 prosent.

Tað hevur verið undirskot á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin tey seinastu 10 árini, frá 1999-2008. Í 2008 var undirskotið sløk 9 prosent av BTÚ, í 2007 góð 16 prosent og í 2005 og 2006 millum 9-10 prosent av BTÚ.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum