Hýrurnar vaksnar munandi í februar

Í februar vóru lønargjaldingarnar 18% hægri í fiskivinnuni í mun til sama mánaða í fjør. Kortini vóru samlaðu lønargjaldingarnar 1,5% minni. Hetta er áleið sama afturgongd sum í januar.

Higartil í ár eru lønargjaldingarnar 12% minni í byggivinnuni og 4,3% minni í privatu tænastuvinnuni. Í fiskivinnuni er nærum 8% meira útgoldið í lønum.

class=image-580px-breidd

Fiskiskapurin eigur vøksturin

Í vinnugreinini fiskivinna o.o. ráevnisvinna sæst, at tað er fiskiskapurin sum eigur stóra vøksturin. Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru hýrurnar góðar 96 mió. kr. í mun til 83 mió. í 2009. Síðan 2006 hevur tað verið framgongd í alivinnuni, men higartil í ár eru lønirnar minkaðar 6% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum