Færri arbeiddu í 2009

Í desember 2009 vóru 24.667 løntakarar og er hetta 976 færri enn í desember 2008. Afturgongdin er 3,8%.

Tað vóru í miðal um 970 færri til arbeiðis hvønn mánað í 2009 samanborðið við sama mánaða í 2008. Tó vóru tað 1.300 færri løntakarar í oktober 2009 í mun til oktober 2008. Í desember vóru so aftur um 970 færri løntakarar.

class=image-580px-breidd

Afturogongd innan almenna fyrisiting og tænastur

Í desember 2009 vóru 55 færri løntakarar innan almenna fyrisiting og tænastur samanborðið við desember 2008. Verður hugt eftir aldursbýtinum av løntakarum, sæst tó, at tað bert er minking í bólkinum 16-24 ár. Har var minkingin eisini stór, heili 20,4%. Í aldursbólkinum 25-66 ár vóru 0,5% fleiri løntakarar og nú starvast nærum 10% fleiri fólkapensjónistar innan tað almenna.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum.