Er almenna hallið stórt í Føroyum?

Almenna hallið hevur verið nógv frammi í seinastuni – ikki bara her heima, men í flestu londum.

Her er ikki talan um hallið hjá landskassanum, men um hall ella avlop hjá tí almenna sum heild – landi, kommunum og almennum sosialum grunnum, so sum ALS og AMEG – alt samanlagt til “tað almenna”.

Sum almenna hallið her er roknað, er tað sambærligt við øll onnur lond, sum øll brúka sama hugtak, nevnt “net lending/net borrowing”.

Myndin vísir almenna hallið hjá teimum 30 londunum í ES/EBS og Føroyum. Noreg er ikki við á myndini, tí teirra avlop er so stórt – 16 prosent – at tað spillur myndina so at stabbarnir fyri hini londini ikki síggjast nóg væl.

class=image-580px-breidd

Í miðal var almenna hallið í londunum í Evropa um leið tvey prosent av BTÚ, tá roknað er miðal fyri tey fimm árini frá 2004til 2008.

Hallið hjá tí almenna í Føroyum var til sammetingar 0,6 prosent av BTÚ í miðal hesi somu árini, og sostatt væl minni enn miðaltalið í Evropa.

Londini, sum høvdu avlop vóru ikki nógv í tali, men millum tey níggju londini við avlopi taldust øll hini norðurlondini – eisini Ísland.

Spania og Estland, sum eisini høvdu avlop á almenna rakstrinum, eru eisini millum meinast raktu londini undir kreppuni, so ikki er tað bara hallið á almenna rakstrinum, sum telur, tá um ræður at verða raktur av altjóða fíggjarkreppuni. Langt frá tí.

Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum 

Her eru leinkjur til aðrar greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • Tað almenna í turrum tølum og texti

  • ErtaðalmennastørriíFøroyumenníDanmarkogÍslandi?

  • ErskattatrýstiðíFøroyumlægrienníDanmarkog_Íslandi?

  • Hvatbrúkavitalmennupengarnar_til?

  • Hvørbetalirskattirnar?