Er skattatrýstið í Føroyum lægri enn í Danmark og Íslandi?

Í altjóða samanburði verða brúkt fleiri ymisk mát av skattatrýsti. Vit skulu her brúka tvey teirra, sum nevnd verða “vanliga skattatrýstið” og “rættaða skattatrýstið”.

Vanliga skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta er at rokna skattirnar í mun til tær inntøkur, sum verða skaptar í Føroyum.

Rættaða skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Tøka bruttotjóðarinntøkan er BTÚ pluss donsku ríkisveitingina og pluss tær lønir og rentuinntøkur netto, sum føroyingar forvinna uttanlands. Hetta er at rokna skattir og avgjøld í mun til allar inntøkurnar í landinum.

Upp í skattirnar verða umframt lønarskattin eisini taldir vinnufelagsskattir, kapitalvinningsskattur, vegskattur og aðrir skattir. Upp í avgjøldini verða tald, umframt MVG og innflutningsgjøld, eisini skrásetingargjøld, ferðaavgjald og onnur avgjøld. Haraftrat koma sosial tryggingargjøld til ALS, AMEG, barsilsskipan og sjúkrakassa.

Vanliga skattatrýstið

Skattatrýstið hevur í miðal verið 46 prosent árini 2004 til 2008, meðan tað í Danmark hevur verið 49 prosent, og í Íslandi 39 prosent. Føroyska skattatrýstið er tí nakað minni enn tað danska, men væl størri enn tað íslendska.

class=image-580px-breidd

Men skattur er ikki einasta inntøkan hjá tí almenna í Føroyum. Landið fær aftrat skattainntøkunum ríkisveitingina úr Danmark, eins og danska ríkið fíggjar ein part av tí almenna – eitt nú løgregluna.

Hetta beinir okkum á rættaða skattatrýstið, sum er roknað sum partur av BTÚ pluss inntøkur uttaneftir.

Rættaða skattatrýstið

“Rættaða skattatrýstið” var í Danmark árini 2004 til 2008 í miðal 50 prosent av tøku bruttotjóðarinntøkuni, meðan tað var 42 prosent bæði í Føroyum og í Íslandi. Í miðal hesi fimm árini var rættaða skattatrýstið í Føroyum og í Íslandi altso átta prosentstig lægri enn í Danmark.

Men, sum myndin niðanfyri vísir, so hevur gongdin seinastu árini ikki verið  hin sama í hesum trimum londunum.

class=image-580px-breidd

Meðan rættaða skattatrýstið í Danmark heldur er minkað eitt vet, er skattatrýstið í Føroyum javnt vaxið, meðan tað íslendska er vaxið øðiligt síðan 2002.

Í 2001 var føroyska skattatrýstið 39 prosent, meðan tað í Danmark var 50 prosent og tí 11 prosentstig størri enn í Føroyum, meðan tað í 2008 var 5 prosentstig størri.

Íslendska skattatrýstið var lægri enn tað føroyska fram til 2005, og hevur síðani tá verið hægri.

At skattatrýstið í Føroyum er minni enn í Danmark, samstundis sum almennu útreiðslurnar í Føroyum eru størri enn tær í Danmark, tykist heldur løgið. Men av tí at heildarveitingin kemur oman á skattainntøkurnar hjá tí almenna, hongur hetta kortini saman.

Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum 

Her eru leinkjur til aðrar greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • Tað almenna í turrum tølum og texti

  • ErtaðalmennastørriíFøroyumenníDanmarkogÍslandi?

  • Hvatbrúkavitalmennupengarnar_til?

  • Eralmennahalliðstórtí_Føroyum?

  • Hvørbetalirskattirnar?