Hvør betalir skattirnar?

Tað almenna fíggjar meginpartin av sínum útreiðslum við skatti. Men ymiskt er hvussu ymsu keldurnar - løn, profittur, ogn, nýtsla - verða skattaðar. Sum skattur verður í hesi grein nevnt allur beinleiðis skattur og allur óbeinleiðis skattur.

Her lýsa og samanbera vit skattingina í Danmark, Føroyum og Íslandi við fimm ára miðal prosentsamanseting av skattunum.

Í hesum trimum londunum, kemur meginparturin av skattinum inn sum inntøkuskattur á persónar, sum er tann vanligi skatturin vit gjalda landi og kommunum. Næst stórstur av skattunum er meirvirðisgjaldið.

Men munur er kortini á -  tí í Føroyum og Danmark koma heili 52 prosent av skattinum inn sum inntøkuskattur frá persónum, aftur ímóti 40 í Íslandi. Skattur á lønir rúgvar tí munandi minni í Íslandi, og avgjøldini so mikið meira.

class=image-580px-breidd

Sum talvan vísur, er vinnufelagsskatturin sami partur í Føroyum og Íslandi, meðan parturin er munandi størri í Danmark. Í Føroyum og Íslandi koma tey fimm prosentini frá vinnufeløgum, meðan parturin er átta prosent í Danmark.

Í Danmark og Íslandi telja ognarskattirnir  ávikavist 5 og 6 prosent av samamløgdu skattainntøkunum hjá tí almenna. Í Føroyum telur hann bara eitt prosent. Einastu skattir í Føroyum, sum verða flokkaðir sum ognarskattur eru fíggjarognaravgjald, arvaavgjald og vegskattur.

At meirvirðisgjaldið í Danmark bara telur 20 prosent av øllum skattum og avgjøldum kemur ikki av tí at MVG er minni í Danmark. Tað kemur av at danska ríkið hevur lagt skatt á so nógvar aðrar keldur, at MVG telur minni part av heildini av skattum.

Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum 

Her eru leinkjur til aðrar greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • Tað almenna í turrum tølum og texti

  • ErtaðalmennastørriíFøroyumenníDanmarkogÍslandi?

  • ErskattatrýstiðíFøroyumlægrienníDanmarkog_Íslandi?

  • Hvatbrúkavitalmennupengarnar_til?

  • Eralmennahalliðstórtí_Føroyum?