Hvat brúka vit almennu pengarnar til?

Talvan niðanfyri vísir fimm ára miðaltøl um almennu útreiðslurnar, roknaðar sum prosentpartur av útreiðslum samanlagt í Føroyum, Danmark og Íslandi. Roknað eru miðaltøl fyri tey fimm árini frá 2004 til 2008.

Almannamál – sum er sosialu veitingarnar og sosialu stuðulstiltøkini – telja allarstørsta partin í Danmark og Føroyum - ávikavist 43 og 35 prosent - meðan almannamálini í Íslandi telja 20 prosent, ikki nógv meira enn heilsumál og undirvísing. Hetta kann partvíst koma av tí at íslendingar í størri mun hava privatar skipanir til eftirlønarsparing.

class=image-580px-breidd

Aðalfyrisitingin kostar minst í Føroyum og mest í Danmark. Men her skal havast í huga, at renturnar av almennari skuld verða taldar upp í hendan bólkin.Renturnar av almennari skuld í Føroyum telja í miðal hesi árini stívliga 2 prosent, í Danmark sløk 5 prosent og í Íslandi 6 prosent.

Ein av stóru mununum er, at Ísland og Føroyar hava um leið tríggjar ferðir so stórar útreiðslur av vinnuligum málum sum Danmark hevur.

Vinnulig mál  fevna bæði um stuðul til privata vinnu og um útreiðslurnar hjá tí almenna av vegakervi, samferðslu annars, samskifti, arbeiðsmarknað, orkumálum og øðrum.

Hesin munurin kemur av fleiri orsøkum. Ein er hann, at almenni raksturin av samferðsluni er munandi størri í Føroyum og Íslandi enn í Danmark. Eitt nú taldi samferðslan 3 prosent av útreiðslunum í Danmark í 2008, í Íslandi 7 prosent og heili 9 prosent í Føroyum.

Almennar útreiðslur upp á íbúgvan

Av tí at danska gjaldoyrað verður brúkt í Føroyum eisini, ber til at vísa hagtøl um hvat ið almennu málini í krónum kosta í miðal fyri hvønn borgara í londunum báðum.

Havast skal kortini í huga, at prísirnir ikki eru teir somu í Føroyum og Danmark, og at tað kann gera mun. Eru lønirnar hjá almennum starvsfólkum størri í øðrum landinum, so ávirkar tað sjálvandi kostnaðin.

Fyri at kunna samanbera tølini, hava vit roknað almennu útreiðslurnar upp á íbúgvan. Í 2008 vóru almennu útreiðslurnar í Danmark 158 túsund krónur, roknaðar fyri hvønn íbúgva, meðan tær í Føroyum vóru 151 túsund.

Við tí í huga ber kortini til at siga, at Føroyar brúka fleiri krónur upp á undirvísingarmál enn Danmark, roknað upp á íbúgvan. Vit brúka stívliga 27 túsund krónur, meðan Danmark brúkar slakar 22 túsund.

Øvugt er við heilsumálum, har Danmark brúkar stívliga 24 túsund, og Føroyar brúka um leið 20 túsund.

Tað sæst eisini her, at í Føroyum brúka vit stívliga 22 túsund upp á samferðslu og onnur vinnulig mál, meðan tað almenna í Danmark brúkar 9 túsund krónur til hetta endamál, roknað upp á hvønn íbúgva.

class=image-580px-breidd

Munurin hevur verið størri áður, men seinastu árini eru almennu útreiðslurnar í Føroyum vaxnar skjótari enn í Danmark – eisini roknað upp á íbúgvan. Sum myndin niðanfyri vísur, so hevur munurin ongantíð áður verið so lítil sum í 2008.

class=image-580px-breidd

At almennu útreiðslurnar í Føroyum er minni enn tær donsku, roknaðar upp á íbúgvan, meðan tær í Føroyum eru størri partur av tøku bruttotjóðarinntøkuni, kann tykjast løgið.

Men hetta kann saktans bera til av tí at tøka bruttotjóðarinntøkan er minni í Føroyum, roknað upp á íbúgvan, og tí at almennar lønir í Danmark kanska eisini eru lutfallsliga hægri enn tær í Føroyum.

Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum 

Her eru leinkjur til aðrar greinar sum viðgera "Tað almenna" meira nágreiniliga

  • Tað almenna í turrum tølum og texti

  • ErtaðalmennastørriíFøroyumenníDanmarkogÍslandi?

  • ErskattatrýstiðíFøroyumlægrienníDanmarkog_Íslandi?

  • Eralmennahalliðstórtí_Føroyum?

  • Hvørbetalirskattirnar?