Arbeiðsloysið í mars var 6,1 prosent

Talið av fulltíðararbeiðsleysum í mars var 1.594, 949 mannfólk og 645 konufólk. Arbeiðsloysið í mars var 6,1 prosent og árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,5 prosent. Hettar er ein lítil vøkstur síðan februar.

class=image-580px-breidd

Sørsta arbeiðsloysið í mars, 8,1 prosent, var í Suðuroyar sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 5,4 prosent, var í Streymoyar sýslu. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum uttan í Norðoya og Suðuroyar sýslum har arbeiðsloysið minkaði við umleið 1 prosenstigið í part.

class=image-580px-breidd

Verður hugt at arbeiðsloysisprosentinum millum aldursbólkar, er tað størst millum fólk ið eru yngri enn 35 ár og millum teirra ið eru eldri enn 54 ár.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum