Avreiðingartøl 1 ársfj. 2010

Avreiðingartølini fyri fyrsta árfjóðring 2010 eru nú tøk í hagtalsgrunninum

Avreiðingartølini vísa, at nøgdin av botnfiski samantalt er áleið tann sama sum í 2009. Tað er komið væl meira av toski uppá land í ár enn í fjør. Tað skal tó viðmerkjast, at avreidda nøgdin av toski í fjør var søguliga lítil. Tíðindini um lakari upsafiskiskap í ár sæst aftur í tølunum. 12% minni av upsa eru avreidd í ár. Harafturímóti er væl meira av øðrum botnfiski so sum longa, brosma og kongafiski komin upp á land higartil í ár.

Um hugt verður eftir avreiðingarvirðinum sæst, at virðið á botnfiskinum hevur samanumtikið verið hægri higartil í ár, samanborið við í fjør. Eitt nú fæst væl meira fyri toskin, hýsuna og longuna. Samantalt er avreiðingarvirði á botnfiski vaksið við nærum 38 milliónum ella 22%

Av flatfiski er nøgdin av svartkalva minkað munandi, meðan nakað meira er avreitt av havtasku. Samantalt er nøgdin av flatfiski minkað 15%, meðan avreiðingarvirðið er nakað tað sama sum í fjør.     

class=image-580px-breidd