Lítil broyting í brúkaraprístalinum

Brúkaraprístalið hækkaði 0,2 prosent frá fjórða ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010.Seinasta árið, frá fyrsta ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010, er brúkaraprístalið farið 0,8 prosent niður.

0,2 prosent upp seinasta ársfjórðingin

Fyrsta ársfjórðing var brúkaraprístalið 115,2 samanborið við 115,0 fjórða ársfjórðing í 2009.

Prísvøksturin stendst mest av dýrari flutningi. Ferðing við strandfaraskipunum er vorðin góð 12 prosent dýrari, og prísurin á brennievnum til akfør er farin 2,3 prosent upp. Samanlagt eru flutningsprísirnir hækkaðir 2,3 prosent.

Matvøruprísirnir eru eisini uppfarnir, fyri fyrstu ferð í eitt ár. Seinasta ársfjórðing er kjøt dýrkað 1,8 prosent, sukurvørur 1,4 prosent og grønmeti 1,1 prosent. Samanlagt eru matvøruprísirnir hækkaðir 0,4 prosent.

Prísirnir á klædnavørum og fótbúnaði eru farnir 2,7 prosent niður seinasta ársfjórðingin.

class=image-580px-breidd

0,8 prosent niður seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir í miðal 0,8 prosent lægri enn sama ársfjórðing í 2009.

Rentan á íbúðalánum er farin 19,3 prosent niður og hevur henda lækking ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Henda lækking er mótvirkað av prísvøkstri á brenniolju upp á 12,7 prosent, so býliskostnaðurin samanlagt er farin 7,4 prosent niður.

Eisini prísirnir í flestu matvørubólkum eru farnir niður seinasta árið. Príslækkingin hevur verið størst á grønmeti og frukt, ávikavist 6,8 og 3,7 prosent, kjøtprísirnir eru farnir 2,2 prosent niður og oljur og fitievni 1,7 prosent. Samanlagt eru matvøruprísirnir lækkaðir 1,4 prosent.

Størsti prísvøkstur seinasta árið hevur verið á flutningstænastum, sum eru hækkaðar 4,7 prosent, á rúsdrekka og tubbak, 3,9 prosent, og á matstovu- og gistingartænastum, 2,9 prosent.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum