Føroyingar áttu góðar 28 túsund krónur í part uttanlands í 2008

Hóast ógvusligar rembingar í altjóða fíggjarheiminum, so varðveittu Føroyar eitt fíggjarkrav mótvegis útlondum. Nettoognin í útlendskum gjaldoyra var 1,3 milliard í 2008, sum svarar til 11% av BTÚ.

class=image-580px-breidd

Av øðrum Norðurlondum var tað bert norski oljurisin sum stóð okkum kurl í hesum høpi, við einari nettoogn á 64% av BTÚ, meðan Danmark hevði eina nettoskuld á 9% av BTÚ.

Hóast hallið á gjaldsjavnanum í 2008 bert var 346 milliónir, so lækkaði nettoognin uttanlands við 1,8 milliardum. Orsøkin til stóru lækkingina í nettoogn var helst tað stóra kursfallið sum kom av fíggjarkreppuni sum rakt hevur allan heimin.

class=image-580px-breidd

Fallið á 1,4 milliard er óvanliga stórt, og okkurt bendir á at kursurin hækkaði aftur í 2009. Av fíggjarognum vóru tað serliga partabrøvini sum mistu virði. Samlaði missurin av nettoogn í partabrøvum var 1,1 milliard krónur.

Tøl viðvíkjandi Gjaldsjavnanum og Ogn og Skuld eru at síggja í hagtalsgrunninum

Meira um gjaldsjavnan kann lesast her

Útgivið:   20. apríl 2010Ábyrgd:   Jón Joensen