Fólkatalið nærum óbroytt síðstu 12 mánaðirnar

Fyrsta mars vóru vit tvey fólk færri enn fyrsta mars í fjør. Misjavnt er tó hvussu henda maka gongd í fólkatalinum sæst aftur í sýslunum. Íbúgvatalið í Tórshavn (Argir, Tórshavn og Hoyvík) vaks við 280 fólkum. Í Vága Sýslu vaks íbúgvatalið við tveimum fólkum. Í restini av landinum minkaðið íbúgvatalið. Burðaravlopið hesar tólv mánaðirnar var 251 fólk, meðan 253 fleiri fólk fluttu av landinum enn tað fluttu til Føroya. Størsta lutfalsliga minkingin av íbúgvatalinum var í Sandoyar Sýslu, har íbúgvatalið minkaði við heilum trimum prosentum.

class=image-580px-breidd

Fleiri ibúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum