Meira útgoldið í lønum 1. ársfjórðing 2010

Í fyrsta ársfjórðingi 2010 var meira útgoldið í lønum enn í sama tíðarskeið í 2009. Framgongdin er lítil, bert 0,9%, men framgongdin er tann fyrsta aftaná fimm ársfjórðingar á rað við afturgongd.

Frá fjórða ársfjórðing 2008 til og við fjórða ársfjórðing 2009 minkaðu lønargjaldingarnar samanborið við sama ársfjórðing árið fyri. Størsta minkingin var annan ársfjórðing 2009, tá lønargjaldingarnar minkaðu 5,4%.

class=image-580px-breidd

Fiskivinnan stóran vøkstur – framvegis afturgongd í byggivinnuni

Higartil í ár eru útgoldnar 15 mió. kr. meira í lønum enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu er vøksturin 12,5%. Verri gongur í byggivinnu og aðrari tilvirking. Higartil í ár eru 19 mió. kr. minni útgoldið og tað svarar til eina afturgongd upp á 8,8%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum