Arbeiðsloysið minkaði í apríl - er gongdin vend?

Í apríl vóru 197 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mars. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,2 niður í 5,5 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 5,6  niður í 5,2 prosent. Fulltíðararbeiðsloysið minkaðið við 143 mannfólkum og 54 konufólkum. Við hesum kann sigast at fyri hvørji trý mannfólk ið komu burtur úr arbeiðsloysi, kom eitt konufólk burtur úr arbeiðsloysnum.

Minkingin í arbeiðsloysinum í apríl, er fyrsta munandi minkingin síðan met lítla arbeiðsloysið í juni mánaða í 2008. Um hettar merkir at gongdin í arbeiðsloysinum er vend er ilt at siga. Til tess er minking í einum mánaða ov lítið til at gera avgjørdar niðurstøður. Hettar kann verða ein ábending minkandi arbeiðsloysið men, vit vita tað rætt og slætt ikki.

Gongdin í arbeiðsloysinum síðstu fimtan árini, bendur á, at talið av arbeiðsleysum mannfólkið, yvirhøvður, veksur skjótari og minkar skjótari enn talið av arbeiðsleysum konufólkið.

Í apríl vóru 825 mannfólk og 611 konufólk fulltíðararbeiðsleys, samanlagt 1.436 í mun til 1.633 fulltíðararbeiðsleys í mars. Arbeiðsloysisprosentið fyri mannfólkini var 5,7 og fyri konufólkini 5,1 prosent.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum