Fólkatalið vaks við 99 fólkum í fyrsta ársfjórðingi

Fólkavøksturin fyrsta ársfjórðing í ár var 26 fólk fleiri enn fyrsta ársfjórðing í fjør. Hettar skal tó ikki skiljast soleiðis at fólkavøksturin er vaksandi. Fyri tað fyrsta vóru vit 31 fólk færri fyrsta apríl í ár enn vit vóru fyrsta apríl í fjør. Orsøkin er at umleið ein triðingur færri deyðsføll vóru fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Nettoflytingin var hin sama, 24 fólk, og talið av nýføðingum var trý færri enn í fjør.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum