Innflutningurin er við at fóta sær

   - er ein triðing størri fyrsta ársfjórðing

Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var ein triðing størri enn sama tíðarskeið í fjør. Vit hava innflutt skip fyri 250 mió. í ár, móti einari mió. í fjør. Eisini hava vit goldið uml. helvtina meira fyri oljuna í ár, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Um vit ikki rokna skip og oljuna við, er innflutningurin minkaður 3%.

Influtningurin av tilfari til byggivinnuna, maskinir og amboð er minkaður uml. 20%, meðan tilfar til annan ídnað er á leið tað sama.

Í fjør innfluttu vit bilar fyri 15 mió. og í ár fyri 21 mió. so har er stórur vøkstur.

class=image-580px-breidd

Innflutningurin til húsarhaldsnýtslu

Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er minkaður 9% fyrsta ársfjórðing. Her er tað serliga tær drúgvu nýtsluvørurnar sum vit keypa minni av, men vit brúka eisini færri pengar uppá mat og klæðir.

Í kreppuni fyrst í nítiárunum minkaði innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum eisini nógv, meðan innflutningurin av mati og klæðum ikki minkaðu eins nógv.

Hyggja vit at gongdini frá 2000 og frammeftir, sæst, at framm móti 2005 er ikki stórur vøkstur í innflutningi av drúgvu og hálvdrúgvum nýtsluvørunum, men eftir hetta tekur tað av álvara dik á seg, í ein 2-3 ár, og síðan fellur tað skjótt aftur. Fyri matvørurnar er mynstri eitt annað, har javnur vøkstur er øll árini framm móti 2008 tá tað flatar út og síðan minkar spakuliga.

Innflutningurin av klæðum fylgir mynstrinum fyri  tær drúgvu nýtsluvørurnar, tó eru sveiggjini ikki eins stór.

class=image-580px-breidd

Fleiri innflutningstøl eru tøk í hagtalsgrunninum