Tað ríður um snarið við lønunum

Higartil í ár hava lønargjaldingarnar verði áleið tær somu sum í fjør. Í fyrsta ársfjórðingi var eitt vet meira útgoldið, men í apríl í ár var minni útgoldið í lønum samanborið við apríl í fjør.

Lønargjaldingarnar sveiggja

Fyrstu tveir mánaðirnar í ár, var minni útgoldið í lønum samanborið við 2009. Í mars vóru heili 5,2% meira útgoldið, men í apríl var 3,5% minni útgoldið. Samlaðu lønargjaldingarnar higartil í ár eru 0,4% minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Í 2009 var meira útgoldið í apríl enn í mars, men hetta var øvugt í 2010. Fleiri orsøkir kunnu verða til at lønargjaldingarnar sveiggja yvir árið. Til dømis nær høgtíðir o.l. er.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum