Byggivinnan tódnað 20%

Í februar vóru 24.035 løntakarar og er hetta 796 færri enn í februar í fjør. Afturgongdin er 3,2%.

Tað eru fleiri sum arbeiða í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, í hinum vinnubólkunum er framvegis afturgongd. Serliga í byggivinnuni er afturgongdin stór.

class=image-580px-breidd

Byggivinna og onnur tilvirking stóra afturgongd

Seinastu tvey árini er byggivinnan minkað 20%, um hugt verður eftir løntakarum.

Hetta er størsta minking síðan 1989. Byggivinnan var uppá tað størsta í 1988/89, tá fleiri enn 4.000 løntakarar vóru. Frá 1989 til 1994 minkaði byggivinnan við meira enn eini helvt, men síðan tá hevur tað verið ein javnur vøkstur. Frá 2008 hevur tað verði minking aftur og seinastu tvey árini eru løntakararnir í byggivinnuni vorðnir 20% færri.

class=image-580px-breidd

Í byggivinnuni og aðrari tilvirking eru skipasmiðjur o.l, húsabygging, orka- og vatnveiting og annar ídnaður.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum