Bráðfeingisuppgerð av bruttotjóðarúrtøkuni 2009

Eins og í flestu londum minkaði føroyski búskapurin í 2009. Ein bráðfeingisuppgerð vísir, at bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum í fjør var 11.784 milliónir krónur samanborið við 12.301 milliónir í 2008. Hetta er ein minking upp á 4,2%.

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum er gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt pluss meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir netto. Virðisøkingin minkaði 3,0% og vøruskattirnir 11,1%.

class=image-580px-breidd

Uppgerðirnar eru í ársins prísum. Tað vil siga, at broytingin í virðisøkingini ár um ár kann standast av bæði mongdar- og prísbroytingum. Veruligi búskaparvøksturin – positivur ella negativur - tað er broytingin í virðisøkingin reinsað fyri prísbroyting er ikki uppgjørdur. Gongdin í fiskiveiðini er gott dømi um munin millum veruliga búskaparbroyting og broyting í ársins prísum. Tað kunnu vera stór sveiggj í fiska- og oljuprísum, sum ávirka gongdina í framleiðsluvirðinum og framleiðslukostnaðinum og harvið virðisøkingini í fiskiveiðini. Tá er einans talan um broyting í ársins prísum og ikki um veruligan – realan – búskaparvøkstur.

Tað er annað árið á rað, at bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum minkar. Sum tað sæst á myndini niðanfyri var bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum í 2009 á nøkulunda sama støði sum í 2006.

class=image-580px-breidd

Virðisøking skift á vinnugreinabólkar

Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum skift á vinnugreinabólkar 2007-2009. Heildarmyndin er, at í fjør hevur verið stór afturgongd í flestu privatum vinnum, meðan vøkstur hevur verið í almenna virkseminum.

Mesta afturgongdin hevur verið í fiskiveiði og bygging. Í báðum vinnunum hevur minkingin verið um 200 milliónir ella sløk 22%.Um vit samanbera broytingina 2008-2009 við broytingina 2007-2008, so var tá uppaftur størri minking í fiskiveiðini, men henda minking varð mótvirkað av vøkstri í øðrum privatum vinnum, serliga byggivinnuni, tænastuvinnum og so alingini eisini.

Fyri fiskiveiðina í 2009 er tað galdandi, at afturgongdin í stóran mun stavar frá lægri fiskaprísum, og tí er ikki talan um eins stóra reala afturgongd, sum broytingin í ársins prísum boðar frá.Fyri tilfeingisvinnur samanlagt er minkingin í fiskiveiðini mótvirkað av munandi vøkstri í alingini upp á 93 milliónir ella 36,4%. Hesin vøkstur í alingini er í stóran mun veruligur og ikki bara prísvøkstur.

Afturgongdin í byggivinnuni er eisini í stóran mun verulig, um enn príslækkingar eisini hava verið.Vøksturin almennari fyrisiting og tænastu var í ársins prísum 118 milliónir ella 4,6% í 2009. Hetta er nakað væl minni vøkstur enn árið fyri. Tað er serliga í fyrisitingin, at vøksturin er minkaður.Í øðrum tænastuvinnum er virðisøkingin í ársins prísum minkað 119 milliónir ella 2,6%. Afturgongdin stavar serliga frá handils- og samskiftisvinnum, meðan banka- og tryggingarvirksemi er vaksið.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum