Arbeiðsloysið minkaði í mai

Í mai vóru 114 færri fulltíðararbeiðsleys enn í apríl. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,3 niður í 5,9 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 5,9 niður í 5,2 prosent. Fulltíðararbeiðsloysið minkaðið við 95 mannfólkum og 19 konufólkum. Við hesum kann sigast at fyri hvørji fimm mannfólk ið komu burtur úr arbeiðsloysi, kom eitt konufólk burtur úr arbeiðsloysnum.

Í mai vóru 853 mannfólk og 690 konufólk fulltíðararbeiðsleys, samanlagt 1.543 í mun til 1.657 fulltíðararbeiðsleys í apríl. Arbeiðsloysisprosentið fyri mannfólkini var 5,9 og fyri konufólkini 5,8 prosent.

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum