"Faroe Islands in Figures 2010" er útkomin

Árligi hagtalsbóklingurin "Faroe Islands in figures" ella "Hvølpurin" sum vit vanliga nevna hann, er nú dagførdur. Her lýsa vit í fáum, vælvaldum tølum og myndum gongdina í føroyska samfelagnum. Harumframt eru eisini nakrar samanberingar við hini norðurlondini.Bóklingurin er orðaður á enskum, við úrdrátti frá Hagtalsgrunninum og Nordic Statistical Yearbook.

Hvølpurin fæst í teldutøkum pdf-sniði her, men er eisini at fáa sum pappírsútgáva á millum annað kunningarstovunum kring landið.