Heildarveiðan í 2009 var 352 túsund tons

Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum, fiskað á øllum leiðum.

Í 2009 fiskaðu føroysk skip samanlagt 352 túsund tons á øllum havleiðum. Hetta er áleið 170 túsund tons minni enn í 2008. Stóra fallið í heildarveiðuni kemur av, at føroysk skip fiskaðu nógv minni av svartkjafti í 2009, í mun til undnafarin ár – frá áleið 230 túsund tonsum í 2008 niður í góð 58 túsund tons í 2009.

Størsti parturin av heildarveiðuni varð fiskaður undir Føroyum – 131 túsund tons, av hesum taldi upsin um 62 túsund tons. Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2009 var Eysturgrønland/Jan Mayen og Norskahavið – har góð 94 túsund tons vóru fiskaði, herav góð 78 túsund tons var sild.

class=image-580px-breidd

Av samantaldu nøgdini telja uppisjóvarfiskasløgini um leið 2/3 av heildarveiðuni. Av hesum er sild við sløkum 95 túsund tonsum, tann stórsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja millum 25 og 30 prosent av heildarveiðuni og eru toskur, hýsa og upsi   størsti parturin av nøgdini.

class=image-580px-breidd

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir tosk og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður niður í helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í góð 27 túsund tons í 2009. Sama gongd er fyri hýsuna. Tað er á føroyskum økið, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest.Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og hevur verið góður seinni árini tó sæst ein ávís minking í 2009 í mun til metárini 2006/07.

Av tí at upplýsningar ikki er um virðið á allari veiðuni, ber ikki til at siga um avreiðingarvirðið var størri ella minni enn árið fyri.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum