Fólkatalið vaks við 33 fólkum í apríl

Fólkatalið 30. apríl var 48.760, 33 fleiri enn tað vóru 31. mars.

Fólkavøkstur plagar at vera í apríl. Soleiðis hevur verið 23 av teimun 26 síðstu árunum. Fólkatalið minkaði í apríl í 1990, 1993 og 1994. Tað ið kann vera hugstoytt, er hvussu fólkavøksturin í apríl í ár er framkomin. 37 børn vórðu fødd í apríl meðan 34 fólk doyðu. Hettar gevur eitt burðaravlop ið er trý fólk. Miðalburðaravlopið fyri apríl undafarnu 25 árini var 33 fólk. Miðaltalið av nýføðingum hesi árini var 64 børn, meðan talið av deyðsfallum var 31. Meginparturin av fólkavøkstrinum í apríl í ár stavar soleiðis frá tilflyting. 35 fólk fluttu av landinum meðan 65 fluttu til Føroya ið gevur eina nettoflyting uppá 30 fólk, ið saman við burðaravlopinum gevur fólkavøksturin, 33 fólk.

Burðaravlopið í Føroyum er munandi minkað síðan 1990, úr 584 niður í 227 fólk í 2009.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum.