Nett tað sama útgoldið í mai

Tað var nett tað sama útgoldið í lønum í mai í ár samanborðið við í fjør, nevniliga 549 mió. kr. Innan almenna fyrisiting og aðra tænastu var nakað meir útgoldið og innan privatu vinnurnar nakað minni útgoldið.Samlaðu lønargjaldingarnar í ár eru áleið tær somu sum tær vóru í fjør.

Byggivinnan framvegis afturgongd

Higartil í ár er 6,6% meira útgoldið í fiskivinnuni og 2,3% meira útgoldið í almennari fyrisiting o.a. Tað er byggivinnan og privata tænastuvinnan sum draga niður. Í tænastuvinnuni er 2,8% minni útgoldið í lønum higartil í ár og í byggivinnuni er minkingin smá 10%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum