Munandi fleiri arbeiða í fiskavøruídnaðinum

Í mars vóru 24.190 løntakarar og er hetta 698 færri enn í mars í fjør. Sjálvt um tað framvegis eru færri løntakarar enn í fjør, so minkar munurin alsamt. Í januar vóru yvir 4% færri løntakarar samanborðið við januar í fjør, men í mars var munurin tódnaður til 2,8%.

Tað eru færri løntakarar innan flestu vinnugreinar, men tó ikki í fiskivinnu og aðrari ráevnisvinnu. Orsøkin er at innan fiskavøruídnaðin hevur verið stór framgongd seinastu tíðina og starvast 181 fleiri har nú enn tað gjørdi í mars í fjør. Framgongdin er nærum 12%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum