Arbeiðsloysið minkaði í juni

Í juni vóru 87 færri fulltíðararbeiðsleys enn í mai. Arbeiðsloysisprosentið minkaði úr 6,0 niður í 5,7 prosent. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið stóð tó í stað við seks prosentum. Fulltíðararbeiðsloysið minkaðið við 72 mannfólkum og 15 konufólkum. Runt roknað kann sigast, at fyri hvørji fimm færri arbeiðsleys mannfólk, var eitt konufólk minni arbeiðsleyst.

Í juni vóru 808 mannfólk og 695 konufólk fulltíðararbeiðsleys, samanlagt 1.503 í mun til 1.590 í mai. Arbeiðsloysisprosentið fyri mannfólkini var í juni 5,6 og fyri konufólkini 5,8 prosent.

Tendensur vísir at arbeiðsloysið millum mannfólk veksur skjótari enn millum konufólk tá arbeiðsloysið er vaksandi, og minkar skjótari aftur tá ið arbeiðsloysið er minkandi. Strikumyndin niðanfyri vísir týðiliga hendan tendens.

class=image-580px-breidd

Fleiri arbeiðsloysistøl eru at finna í hagtalsgrunninum