Oljuprísurin togar aftur brúkaraprístalið upp

Brúkaraprístalið hækkaði 0,6 prosent frá fyrsta til annan ársfjórðing 2010. Seinasta árið, frá øðrum ársfjórðingi 2009 til annan ársfjórðing 2010, er brúkaraprístalið farið 0,5 prosent upp.0,6 prosent upp seinasta ársfjórðingin.

Annan ársfjórðing var brúkaraprístalið 115,9 samanborið við 115,2 fyrsta ársfjórðing. Tað er ein hækking upp á 0,6 prosent. Prísvøksturin stendst mest av dýrari brennievni. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 13 prosent upp og prísurin á brennievnum til akfør 9,7 prosent.

Mestu ávirkanina á prístalið niðureftir hevur rentan á íbúðalánum, sum er farin 3,9 prosent niður.

Tað hava ikki verið stórar broytingar í matvøruprísunum. Prísirnir á frukt og kjøti eru hækkaðir ávikavist 1,2 og 0,4 prosent, meðan prísirnir á drekka eru farnir 0,3 prosent niður. Samanlagt eru matvøruprísirnir farnir 0,2 prosent upp seinasta ársfjórðingin.

class=image-580px-breidd

0,5 prosent upp seinasta árið

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir í miðal 0,5 prosent hægri enn sama ársfjórðing í 2009. Tað er eisini dýrari brennievni, sum hevur mestu ávirkanina á árliga prísvøksturin.

Brennioljan til húsarhald er dýrkað 30 prosent, og hevur henda hækking ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Henda hækking er tó mótvirkað av, at rentan á íbúðarlánum er farin 12,1 prosent niður. Og samanlagt er býliskostnaðurin farin 1,4 prosent niður seinasta árið.

Prísurin á brennievnum til akfør er hækkaður 18,8 prosent. Eisini prísirnir á akførum og ferðaseðlaprísir eru uppfarnir seinasta árið, og samanlagt eru prísirnir fyri flutning hækkaðir 6 prosent.

Prísirnir í flestu matvørubólkum eru farnir niður seinasta árið, í miðal eru teir lækkaðir 0,7 prosent.

class=image-580px-breidd

Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum