Fólkatalið vaks við 33 fólkum í mai

Fólkatalið 31. mai var 48.761, 33 fleiri enn tað vóru 30. apríl.

Fólkatalið vaks við 145 fólkum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, ið er fimtan fleiri enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør tá fólkavøksturin var 130 fólk. Vert er at viðmerkja at 28 færri børn vórðu fødd fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við í fjør, hinvegin doyðu 30 færri sama tíðarskeið í ár enn í fjørð. Samstundis fluttu 46 færri av landinum og 33 færri fólk til Føroya.

Fólkavøksturin fyrstu fimm mánaðirnar í ár sammett við í fjørð skyldast sostatt færri deyðsføllum og færri flytingum úr Føroyum. 

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum