Ongin broyting í lønunum

Fyrra hálvár var áleið tað sama útgoldðið í lønum samanborðið við fyrra hálvár í fjør. Tað var meira útgoldið í fyrsta ársfjórðingi, men í seinna ársfjórðingi var ein minni afturgongd. Niðurstøðan er kortini tann, at tað er útgoldið góðar 8 mió. kr. meira í lønum higartil í ár, vøksturin er nærum ongin, bert 0,2%.

class=image-580px-breidd

Hvussu er støðan í einstøku vinnugreinunum

Um hugt verður eftir teimum einstøku vinnugreinunum sæst at gongdin í lønargjaldignum hevur verði ymisk higartil í ár. Størsta framgongd er í fiskiskapi, har hýrurnar eru vaksnar góð 15%. Í hinum endanum er bygging, har minkingin er um 13%.

Eisini innan tænastuvinnurnar er stórur munur á vinnugreinunum. Tað er væl meira útgoldið í lønum innan sjóflutning, meðan vinnuligar tænastur eins og  handil og umvæling hava eina afturgongd uppá meira enn 5%.

class=image-580px-breidd

Restin er tær vinnugreinar sum hvør sær eru minni enn 3% av samlaðu lønargjaldingunum.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum