Nærum 770 færri løntakarar

Í apríl vóru 24.225 løntakarar og er hetta 769 færri enn í apríl 2009. Afturgongdin er í høvuðsheitum innan byggivinnu og privata tænastuvinnu. Nærum 350 færri fólk starvast innan byggivinnuna og í privatu tænastuvinnuni eru um 430 løntakarar færri.

class=image-580px-breidd

270 fólk minni innan handil og umvæling

Nærum ein triðingur av arbeiðsfjøldini starvast í privatu tænastuvinnunum, og flest av teimum innan handil og umvæling. Flest fólk vóru í vinnugreinini í apríl 2008, tá tey vóru 3.271 løntakarar. Síðan tá hevur verði ein støðug minking. Seinasta árið eru tey vorðin 270 færri, ein minking uppá yvir 8%.

class=image-580px-breidd

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum