Hægri prísir og minni av fiski

  -   Hóast nøgdin av útfluttum fiski er minka, er samlaða virði vaksi.

Fyri flestu fiskasløgini hevur prísurin fyri hvørt útflutt kg. verið hægri í ár, samanborið við somu tíð í fjør.

Vit útfluttu 18 tús. tons minni av fiski, fyrstu 5 mánaðirnar í ár. Hetta er ein minking uppá 15%, men samlaða virði av fiskinumvaks 4%.

Útflutningurin av alifiski er nógv minkaður. Útflutningurin av laksi er minkaður ein triðing og av sílum tveir triðingar. Hóast hetta er samlaða virði av laksinum áleið tað sama sum í fjør.

Svartkjafturin er eisini meira verdur í ár. Nøgdin er áleið tann sama sum í fjør, meðan virði er trífalt so stórt.

Av fiskasløgum har tað er gingið hin vegin kunnu vit nevna rækjurnar. Har er nøgdin minka 15% og virði er minka 36%.

class=image-580px-breidd

Fleiri útflutningstøl eru tøk í hagtalsgrunninum